Námsætlan til miðnám:

Støddfrøði C (GOMUL)

Viðmerking:

Farin úr gildi 1. august 2020

1. Samleiki

Støddfrøðin er ein partur av okkara heimsumfatandi mentanararvi. Menniskjað hevur til allar tíðir roynt at ment støddfrøðina fyri at granska alheimin, fyri at skipa sínar royndir og fyri at lýsa og skilja samband í náttúruni og í samfelagnum. Ein annar íblástur til at menna støddfrøðina er gleðin við sjálvari støddfrøðini. Støddfrøðin nemur við mong týðandi samfelagsøki, so sum læknavísindi, búskaparfrøði, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi. Tað merkir, at hollur førleiki í støddfrøði er ein fortreyt fyri, at samfelagið mennist. Eitt virkið fólkaræði krevur, at borgararnir kunnu seta seg inn í, skilja og kritiskt meta um rúgvismikla kunning, hagfrøðiligar greiningar og fíggjarligar forsagnir. Við hesum í huga er støddfrøðiligur førleiki neyðugur, skulu vit kunna skilja og ávirka mannagongdir í samfelagnum.

Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa ein trupulleika til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir ein bæði hjálpartól og tøknitól. Førleikin í støddfrøðini er eitt týdningarmikið amboð, og fakið kann vera grundarlag fyri víðari útbúgving og verða partur av yrkis- og frítíðarlívinum. Støddfrøðin er eisini grundarlag undir týdningarmiklum pørtum av okkara mentanararvi og fyri menning av skilvísari hugsan. Á henda hátt hevur fakið ein høvuðsleiklut í almennari mentan, tí tað ávirkar samleika, hugsanarhátt og sjálvsfatan.

2. Endamál

Lærugreinin støddfrøði í skúlanum er við til at menna tann støddfrøðiliga førleika, sum samfelagið og tann einstaki krevur. Fyri at náa hesum mugu næmingarnir bæði arbeiða verkliga og ástøðiliga. Upplæringin skiftir millum kanningar, spæl, hugflog og at loysa uppgávur og ítøkiliga rokning. Í tøkni og sniðgeving og í gerandisdegnum annars er støddfrøðin eitt amboð. Í støddfrøðini í skúlanum verður arbeitt við meginhugtøk, hættir og sambondini teirra millum.

Berast má so í bandi, at undirvísingin eggjar næminginum til at menna sínar royndir í fakinum og hugburð sín til støddfrøði, samstundis sum undirvísingin skal geva honum hollan, fakligan førleika, so at góðir lunnar verða lagdir undir lívlanga læring.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í støddfrøði á C-stigi fevnir um 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjum og munnliga próvtøku bæði í kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í Støddfrøði á C stigi eru fimm í tali:

Tøl og algebra

Kjarnaøkið tøl og algebra er um talfatan. Undirvísing skal dýpa kunnleikan til tøl, talviðgerð og talhugtakið. Vant verður at rokna bæði við tølum og bókstavum, so at støði verður lagt undir undirvísingina í hinum kjarnaøkjunum. Tøl umfata bæði heil tøl, brot og reell tøl, umframt roknireglur fyri brot og reell tøl, potens og rót. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um prosentrokning. Algebra (bókstavarokning) verður serliga nýtt í kjarnaøkjunum geometri og funksjónir.

Renturokning

Renturokning fevnir um framrokning av kapitali við støðugum prosenti, samansparing og láni.

Geometri

Geometri snýr seg um at greina eginleikar hjá tvey- og trídimensionalum skapum og at gera tekningar og útrokningar. Spegling, snaring og flyting av skapum er eisini partur av undirvísingini í geometri.

Hagfrøði

Hagfrøði er um tað at savna inn, flokka og viðgera hagtøl, harímillum at gera niðurstøðu og meta kritiskt.

Funksjónir

Funksjónir lýsa eintýdda sambandið millum óhefta og hefta variabulin. Sambandið verður ásett á ymiskan hátt, so sum við rokniforskrift, við talvu, við rás og við algoritmu. Kanning av ymiskum funksjónum sum at finna serligar eginleikar verða viðgjørdar.

5. Førleikamál

Í støddfrøði eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar ganga aftur í førleikamálunum, har teir eru við til at menna fakliga førleikan og eru ein partur av honum. Í støddfrøði skilja vit støðisførleikar soleiðis:

At megna at orða seg munnliga í støddfrøði er at gera sær eina hugsan, seta spurningar, próvføra og greiða frá eini hugsan grundaða á støddfrøði. Tað hevur m.a. við sær at skula samrøða og samskifta um hugskot og viðgera spurningar og hugsandi loysnir saman við øðrum.

At megna at orða seg skrivliga í støddfrøði er at loysa eina uppgávu við støddfrøði, lýsa og greiða frá eini hugsan og orða viðrakingar og hugskot. At gera tekningar, skitsur, skap, talvur og ritmyndir. Eisini førleikin at nýta støddfrøðilig tekn og formligt mál í fakinum er ein støðisførleiki í støddfrøði.

At megna at lesa í støddfrøði er at tulka og gagnnýta tekstir við støddfrøðiligum innihaldi og við innihaldi úr gerandis- og arbeiðslívi. Í tekstunum kunnu vera støddfrøðiligar orðingar, ritmyndir, talvur, tekn, formlar og skilvís hugsan.

At duga at rokna er ein týdningarmikil støðisførleiki í støddfrøðifakinum. Tað snýr seg um at loysa uppgávur og gera kanningar við støði í praktiskum gerandisstøðum og í støddfrøðiligum greiðslumálum. Fyri at megna hetta, er umráðandi at kenna og verða førur fyri at nýta roknihættirnar, megna at nýta fjølbroyttar mannagongdir, ætla um og meta um, hvørt svarið er á góðari leið.

At megna at nýta talgild amboð í støddfrøði er at nýta hesi amboð til spæl, kanning, avmyndan og framløgu. Tað snýr seg um at kenna og meta um talgild amboð til uppgávuloysn, simulering og myndan. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina, viðgera og leggja fram dátur við hóskandi hjálparamboðum, og vera vandin við keldur, greiningar og úrslit. Lummaroknari og telda eru natúrlig amboð í undirvísingini í støddfrøði. Vegleitt verður so hvørt, sum brúk er fyri tí.

Almennir støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvið hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilur tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin støddfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um vísindi. At samskifta um vísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við støddfrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar bæði í gerandisdegnum og í royndarvirksemi. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Ein týðandi støðisførleiki er at duga at seta spurningar og hypotesur, eftirkanna hesi við sjálv at fyrireika mannagongdir og at velja neyðug amboð. At eftirmeta royndarúrslit og greiða frá teimum er somuleiðis ein týðandi støðisførleiki

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa fakligar tekstir og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Førleikin at lesa er ikki bert at lesa fakligan tekst, men eisini myndlar og nýtsluleiðbeiningar, umframt at finna og savna inn dátur og greina hesar.

Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur, myndlar og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki í lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í støddfrøði og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um støddfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera royndir og læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna snýr seg harumframt um at duga at nýta tey hjálparamboð og teir arbeiðshættir, ið hoyra lærugreinini til og tað, sum arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta amboðini rætt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt umframt at menna síni hugskot, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg eisini um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at royndir og frágreiðingar støddfrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við og nýta myndlar lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Faklig førleikamál

Tøl og algebra

Næmingurin dugir

  • at arbeiða við klombur: falda inn í klombur, seta út um klombur, falda fleiri klombur og loysa upp klombur, umframt at kenna mun á liðum og faktorum
  • at vísa, hvat ein brotstrika merkir, at seta á felags brotstriku og taka brotstriku sundur
  • at nýta potensreglurnar í umskrivingum og at umskriva røtur til potensar
  • logaritmureglurnar og at nýta tær sum hjálparamboð í útrokningum
  • at loysa líkningar og ólíkningar bæði við at rokna og við at tekna rás
  • hugtøk úr mongdarlæruni í tann mun, tað er neyugt fyri viðgerðina av hinum evnunum.

Renturokning

Næmingurin dugir

  • at rokna við framrokning við støðugum prosenti, at finna miðal prosental, vísital og prístal
  • at rokna við rentuformlinum.

Funksjónir

Næmingurin dugir

  • at lýsa sambandið millum óheftan og heftan brigil (variabul)
  • at lýsa funksjón á ymiskan hátt, eitt nú við rokniforskrift, við talvu og við at tekna rás
  • at lýsa monotoniviðurskiftini, størsta- og minstavirði og markaðar funksjónir
  • at rokna við forskriftini f(x) = ax+b, harímillum at viðgera í beinum og øvutum lutfalli
  • at rokna við forskriftini f(x) = b·ax, harumframt hugtøkini tvífaldstal og helvtartal
  • at nýta einkultlogaritmiskt papír
  • at rokna við forskriftini f(x) =  b·xa
  • at nýta dupultlogaritmiskt papír
  • at finna samband millum “talvudata” við regressión.

Hagfrøði

Næmingurin dugir

  • hugtøkini títtleiki, samanfaldur títtleiki, frekvensur og samanfaldur frekvensur
  • at tekna ritmyndir: pinnamynd, trappumynd, stabbamynd og s-rás
  • at rokna hagfrøðilig lýsingartøl so sum minstavirði, størstavirði, breidd, mesti, miðaltal, fjórðingsmørk, miðja og boksplots.

Serstøk breytaøki í støddfrøði

Hugbreyt og Fyrireikingarbreyt

Geometri

Næmingurin dugir

·                 at greiða frá viðtøkum um sinus, cosinus og tangens út frá eindarsirklinum

·                 at rokna síður og vinklar í rættvinklaðum tríkanti

·                 at rokna hæddir og flatamál á tríkantum

·                 at rokna við Pythagoras-setninginum

·                 at kenna reglur fyri einsvinklaðar tríkantar

·                 at rokna við sinus- og cosinusrelasjónini. Duga at nýta hesar relasjónir og rokna støddir í tilvildarligum tríkantum.

Búskaparbreyt

Renturokning

Næmingurin dugir

  • At rokna við annuitetsformlinum.
Funksjónir

Næmingurin dugir

  • at rokna við polynominum á øðrum stigi, topp-punkt, rás og nullpunkt.

Ískoytistilfar

Arbeiðast skal við evni, sum gera næmingin betur føran fyri at síggja sambond millum støddfrøði og aðrar lærugreinar. Hetta kann m.a. verða gjørt við at arbeiða við veruligt taltilfar.

Sjálvt um munnlig próvtøka ikki er partur av støddfrøði á C stigi, skulu næmingarnir venjast við at arbeiða við støddfrøðiligari próvførslu.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkur

Hildin verður ein skrivlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Roknað verður eitt uppgávurað. Nakrar uppgávur eru valuppgávur. Í raðnum stendur, hvussu nógvar valuppgávur loyvt er at lata inn til dømingar. Verða ov nógvar valuppgávur latnar inn, verður í dømingini sæð burtur frá tí ella teimum valuppgávum, sum standa síðst í svarinum.

Til skrivligu próvtøkuna eru allir hjálparmiðlar loyvdir, tó við teimum avmarkingum, sum eru tilskilaðar í próvtøkukunngerðini.

Tá ið uppgávurnar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í svarinum, at rætt er roknað, og at skilagóð háttaløg eru nýtt.

Fyri skrivliga avrikið verður givið eitt próvtal við støði í einari heildarmeting

Próvtalslýsingar

C stig skrivlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Próvtakarin endurgevur, greinar og viðger spurningarnar framúr væl og vísir sera gott innlit í próvtilfarið. Hann brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini.Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Próvtakarin vísir, at hann hevur góða hylling á próvtilfarinum, og hann brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðlagda útrokningartilfarið stuðlar próvsvarinum væl. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men fakligir veikleikar og týðandi lýti, villur og misskiljingar koma fyri. Endurgevingin og viðgerðin eru somuleiðis veikar.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

At læra hugtøk og at menna gávurnar til at nýta støddfrøðilig hugtøk er ein torgreið gongd. Umráðandi er, at lærarin er varugur við fakligu fortreytir næmingsins og hansara førleikar til at hugsa abstrakt, hvørja ferð farið verður undir eitt nýtt evni. Hetta er serliga galdandi í byrjanini av C-stigi. Tann háttur, sum verður nýttur at kunna um støddfrøðina í lærubókunum, er ikki altíð tann best egnaði fyri hvønn einstaka næming. Fatanin av, hvussu lærugreinin er uppbygd deduktivt, krevur abstraksjónsevni, sum so líðandi verða ment, so hvørt næmingurin venur seg við hugtøk og roknihættir. Næmingurin skal skapa, menna og víðka tilfeingi sítt við støddfrøðiligum hugtøkum, so at hann kann nýta tey í rættum samanhangi. Hetta verður best gjørt við, at næmingurin arbeiðir við fakinum virkin og sjálvstøðugt.

Tað sjálvstøðuga arbeiðið hjá næminginum í lærugreinini, og menningin við atliti at arbeiðsháttum og fakligum innihaldi, nertir við allar liðir í tilrættisleggingini av undirvísingini. Hetta fevnir um menningina av støddfrøðiligum hugtøkum gjøgnum samspæl millum royndartilgongdir og deduktivar tilgongdir. Hetta fevnir somuleiðis um arbeiðshættir so sum bólkaarbeiði, sjálvstøðugt arbeiði við støddfrøðiligum tekstum, verkætlanir og onnur skrivlig svar uppá uppgávur umframt frágreiðingar. Á øllum stigum í undirvísingini skal verða umhugsað, hvussu kunningartøknin verður tikið við og brúkt í undirvísingini.

Eingin ávísur arbeiðsháttur er, ið hóskar best til eitt ávíst fakligt stig. Ístaðin skal arbeiðshátturin miða ímóti at menna førleikarnar hjá einstaka næminginum. Ymisku námsfrøðiligu arbeiðshættirnir kunnu verða nýttir á ymiskan hátt, treytað av stiginum og undirvísingargongdunum.

Í byrjanini av C-stigi kann verða skilagott, at næmingurin leggur fram smærri og avmarkað støddfrøðilig verkevni. Seinni í tilgongdini kann næmingurin leggja fram størri evni, til dømis roknireglur fyri differentiablar funksjónir.

Fatanin av støddfrøðiligum hugtøkum hevur bæði eitt intuitivt og eitt formligt grundarlag, og ofta er tann intuitiva fatanin ein fortreyt fyri ta formligu fatanina. Serliga tann intuitiva fatanin stuðlar undir induktivar undirvísingargongdir. Ein royndartilgongd og induktivir arbeiðshættir í undirvísingini skulu eggja næmingunum til at royna sjálvir og at royna ymiskar hættir í arbeiðinum fram ímóti einari loysn á einum givnum spurningi. Sleppur næmingurin sjálvur at royna seg, kann hetta vera við til at geva eitt betri yvirlit, og tí eisini geva hugskot til eina ætlan um loysn.

CAS-amboð eru væl egnað til induktivar undirvísingargongdir. Við CAS-amboðum verða heilt nýggir møguleikar útvegaðir. Er talan t.d. um eina royndartilgongd, kunnu amboðini greiða truplar útrokningar og tekna fløktar ritmyndir. Á henda hátt kann undirvísingin leggjast til rættis, so at næmingurin gjøgnum royndir lærir samanhangir og harnæst er førur fyri at orða tilgitingar og ætlanir sum at enda gera næmingin føran fyri at prógva hesar reglur.

Týdningarmikið er, at næmingurin upplivir støddfrøðina sum eitt fak, har royndartilgongdirnar eru gagnligar, samstundis sum støddfrøðin ikki er eitt royndarfak, so sum tey náttúruvísindaligu fakini. Vísindafakið støddfrøði er eitt deduktivt uppbygd fak, sum er bygt á grundreglur, viðtikin hugtøk og logikk. Ein deduktiv tilgongd kann vera stutt, men hon kann eisini bera brá av at snúgva seg um eitt størri evni.

Tá ið undirvísingin verður løgd til rættis, er umráðandi at hugsa um bæði fjølbroytni og stigvøkstur í mun til sjálvstøði, vavi og neyvleika í støddfrøðiligu málnýtsluni. Arbeiðshættir so sum lærarafrágreiðing og flokskjak, bólkaarbeiði, stórar og smáar næmingaframløgur eru góðir hættir at nýta í sambandi við tann munnliga partin. Ein annar møguleiki er at bjóða einum gestalærara inn at hava eina framløgu, so næmingarnir síggja, hvussu neyðugt tað er at hugsavna seg um eina munnliga framløgu, umframt at síggja, hvussu fakið verður nýtt á arbeiðsmarknaðinum.

Krøvini til neyvleika og nøktandi íkast frá tí einstaka næminginum til flokskjak økist upp gjøgnum miðnámsgongdina. Henda menningin stimbrast við at fyrireika gongdir, har næmingurin sjálvur nýtir tey støddfrøðiligu hugtøkini í framløgum og í bólkakjaki.

Við bólkaarbeiði arbeiða næmingarnir sjálvstøðugt við fakinum, har lærarin er vegleiðari. Bólkaarbeiði kunnu vera avmarkað og rættiliga neyvt stýrd. Talan kann vera um uppgávur, tilgongdir í einum prógvi ella spurningar til ein støddfrøðiligan tekst. Við bólkaarbeiði verður undirvísingin næstan altíð av sær sjálvari lagað at tí støði, einstaki namingurin er á.

Verkætlanir og størri samanhangandi uppgávur kunnu knýta støddfrøðina saman við øðrum lærugreinum. Bæði orðing av verkætlan, størri uppgávu, arbeiðshátti og tíðarskeið, umframt úrslit og eftirmetingarformur, skulu avtalast millum lærara og næmingar frammanundan.

Ein verkætlan er ikki ein eintýdd stødd, men kann verða orðað á ymiskan hátt, treytað av undirvísingarstøðuni. Tí má tann einstaki lærarin, í tí givnu støðuni og tí givna stiginum í undirvísingini, umhugsa, hvør formur er tann best hóskandi. Tó er felags fyri allar verkætlanir, at tær byrja at orða greiðsluevni, sum næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við, og sum so endar við einari ritgerð.

Eitt greiðsluevni ella ein vandamálsorðing er ofta ein orðing, sum er fakliga avmarkað, og sum verður viðgjørd og svarað gjøgnum verkætlanararbeiði. Næmingurin kann, annaðhvørt í bólki ella einsæris, sjálvur orða vandamálsorðingina. Eyðsýnt kann hetta verða ein tíðskrevjandi gongd.

Í flestu førum kann tað verða ein avgjørdur fyrimunur, at lærarin orðar vandamálsorðingina.

Eitt sjálvstøðugt næmingaavrik við verkætlan krevur nógva og góða fyrireiking og fastar avtalur. Til dømis verða avtalur gjørdar um arbeiðsháttin í bólkinum, og um hvønn leiklut, tann einstaki næmingurin hevur. Undir verkætlanararbeiðinum kann gerast neyðugt at broyta vandamálsorðingina. Eitt gott hugskot er, at lærarar og næmingar frammanundan avtala, hvørjar reglur skulu vera fyri, nær og hvussu vandamálsorðingin kann verða broytt.

Allar verkætlanir enda við einum avriki, ið kann verða eftirmett. Hetta avrik kann t.d. vera ein ritgerð, ein framløga, ein lutur ella ein grein til eitt tíðindablað. Lærarin ger greitt frá byrjan, hvørji krøv verða sett til avrikið, og avtalar við næmingarnar, hvussu eftirmetingin skal verða framd.

Ein undirvísingargongd í einum evni, kann ikki samanberast við eina verkætlan, tí tá er sum so ikki neyðugt at gera vandamálsorðingar, og tí at næmingarnir heldur ikki arbeiða sjálvir í bólkum gjøgnum alla undirvísingargongdina, og at undirvísingargongdin sum so heldur ikki endar við einum ávísum næmingaavriki. Undirvísingin í einum evni kann skifta ímillum floksundirvísing, fyrilestur, næmingaframløgu og styttri ella longri bólkaverkætlanir.

Tann skrivliga dimensjónin er ein høvuðstáttur í støddfrøðini, tí talan er bæði um eitt læringaramboð og eitt eftirmetingaramboð. Ein part av undirvísingartíðini verður næmingurin vegleiddur í at kenna krøvini til tey skrivligu svarini, sum hann verður eftirmettur í.

Arbeiði við teimum siðbundnu støddfrøðiuppgávunum hevur til endamál at venja næmingin í at loysa einfaldar og heldur torførari uppgávur.